25-04-2024
Meting fyri viku 18, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland,  eitt er  á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta  nógvan útróður.  Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap.

Les meir